Tær ynsktu sær hús
(Bók)
Elsa Zachariasen, Chirstin Plate
kvinnurnar í Føroyska Kvinnufelagnum í Keypmannahavn gjørdu eitt megnararbeiði fyri at savna pening, so tær kundu keypa eitt hús til føroyingar í býnum. Henda bókin greiðir frá søguni um kvinnufelagið, men bókin er eisini um hini mongu feløgini, sum føroyingar í keypmannahavn hava savnast um í meira enn eina øld. Greitt verður frá virkseminum í teimum húsum, sum føroyingar hava haft til sítt felagsvirksemi í danska høvuðsstaðnum, síðani kvinnurnar keyptu fyrsta húsið síðst í sekstiárunum.