Ungdómsbókin At temja apuna er eftir ensku Judith Fathallah. Hetta er fyrsta bók eftir ungan høvunda, sum viðger nakað so álvarsamt sum etingarólag ella anorexia, sum vit eisini kalla tað. Etingarólagið verður lýst sum ein apa, sum setur seg á teg, og sum so við og við fær tamarhald á tær, ja nærum setur búgv innan í tær. Um tú vilt ella ikki, noyðist tú at akta hesa røddina, sum sigur teg vera alt ov feita og hartar teg, um tú ætlar tær at eta nakað. Etingarólag er ein vaksandi trupulleiki í nútíðarsamfelagnum, tað finst eingin undurviðgerð, sum kann hjálpa fólki úr hesari støðu, heldur ikki er bara ein orsøk til at fólk koma í hesa støðu, sum ger, at tey ræðast at eta. Høvundurin, ið skrivað hevur bókina, hevur sjálvur liðið av anorexia og brúkar hesa uppliving í lívi sínum sum grund at skriva um gentuna Jess, sum stríðir seg burtur úr ólagnum. Hetta er ein týðandi bók hjá fólki at lesa, bæði hjá ungdómi, foreldrum og ikki minst hjá viðgerarum í sosialu skipanini. Bókin gevur innlit, og serliga er hon grundað á eina vón um, at tað letur seg gera at gerast frísk aftur.