Tann føroyska týðingin av »Die Verwandlung« sum hon eitur á týskum, er nú loksins komin í bókhandlarnar. Umskapanin hevur hesa kendu byrjan: Ein morgun vaknaði Gregor Samsa úr marrudreymum og fann út av, at hann í song síni var umskaptur til eitt stórt skordýr. Hendan langa stuttsøgan er eitt tað kendasta modernistiska prosaverkið í 20. øld – hon er ein mynd av fremmandagerðingina, sum modernisman hevði við sær. ”Kafka...er miklasti týski rithøvundur í okkara samtíð. Skald sum Rilke, ella skaldsøguhøvundar sum Thomas Mann eru dvørgar ella bringumyndir av halgimennum samanbornir við hann”, tók kendi russiski høvundin Vladimir Nabokov til. Listamaðurin Jóannes Lamhauge hevur prýtt permuna og sniðgivið bókina, sum er prenta í offset prenti í Keypmannahavn. Bæði málkøn í týskum og í føroyskum hava gjøgnumgingið bókina.