Ein bók um Varg Veum, ein bergensk útgáva av tí harðkókaða privatdetektivinum: fátækur, vónbrotin, men við einum hjarta av gulli – og einari fløsku av akvavitti at verja seg ímóti einseminum við. Frú Samuelsen stúrir fyri soninum Arna, sum arbeiðir á einum boripalli í Norðsjónum. Hann plagar altíð at skriva henni nøkur orð, tá ið hann er í landi, men hesaferð hevur hon einki frætt frá honum. Og vertinnan í Stavanger hevur ikki sæð hann í fleiri dagar. Varg Veum fer til Stavanger. Men har er eingin, sum tekur málið í álvara – Arni Samuelsen er ein róligur og skynsamur fýrur; hann man fara at koma afturíaftur, tá ið hann skal út aftur á oljuleiðina. Heldur ikki vertinnan hevur stórvegis at brigda honum, hóast har var rok inni hjá honum eina náttina herfyri. Og inni í íbúðini tykist alt vera í fínasta lagi. Líka til Varg Veum letur køliskápið upp …