Heimabakstur og ítriv er bæði til familjuna, har børnini hava møguleika at vera við. Eisini er bókin til tann, ið dámar at skapa og baka, og tí eru uppskriftirnar lættar skilligar.
Heimabakstur og ítriv er um 60 síður til støddar og er fylt við góðum og vøkrum myndum av ítrivi og bakstri til vetrarhálvuna og jólamánaðin. Rithøvundurin hevur sjálv skapað og bakað, sett saman og tikið myndirnar í bókini.