Bókin er 90 blaðsíður á enskum við hópin av fotomyndum og ber heitið: "The Faroe Islands' European Storm Petrel".
Í Nólsoy er heimsins størsta drunnhvíta bøli. Bókin lýsir ta vitan og gransking av drunnhvíta, sum higartil er gjørd í Nólsoy. Endamálið við bókini er at miðla hesa vitan til ein breiðari lesaraskara og at vera eitt gott grundarlag hjá komandi fuglafrøðingum og øðrum leikfólki, sum skulu granska í hesum sera áhugaverda sjófugli.
Bókin gevur eina dagførda støðulýsing av drunnhvítabølinum í Nólsoy, sum er mett at telja umleið 200-250.000 fuglar.