'Hamlet' er kendasti leikurin hjá Shakespeare, og kanska kendasti sjónleikur nakrantíð. Eingin leikur hevur skapt so nógv tiltøk, hugtók og orðatøk: ‘At vera ella ikki’, ‘Okkurt er rotið í Danmark’ og ‘Meira er millum himmal og jørð’ eru bara nøkur fá dømir.
'Hamlet' er skrivað við fjøðurpenni í London 1601 og verður nú framført á føroyskum fýra øldir seinni. Hans Tórgarð hevur týtt leikin.