Øll hesumegin múrin, har Josva býr, vita eitt: múrurin ger, at tú kennir teg tryggan. Tú mást ikki fara yvir á hina síðuna. Josva skýtur fótbóltin inn á eina byggigrund og kemur fram á ein loyniligan tunnil. Bølamyrki tunnilin fer allan vegin inn undir múrin og yvir á forboðið øki, har hann ikki eigur at fara.Tá ið Josva kemur upp í dagslýrið hinumegin múrin, broytist lív hansara fullkomuliga.Ein trettan ára gamal kann ikki bróta ein múr niður,men hann kann so nógv annað.