Pápi Odu trillar súkkluna hjá henni inn í bilhúsið. Oda sleppur ikki at súkkla meiri. Hon dettur so lættliga. Hetta er søgan, sum Oda sigur teimum, sum spyrja. Men sannleikin er ein annar. Ein sannleiki, sum Oda ikki vil siga. Ikki pápanum. Ikki læraranum. Ikki besta vininum, Milad.