Hetta er byrjanin
til heimspekiliga ævintýrið hjá Suffíu - frá Sokrates til Descartes, frá
Spinoza til Hegel, Marx og Freud - saman við gátuføra læraranum í heimspeki,
sum ikki vil siga, hvør hann er.
Men hetta er ikki tað einasta gátuføra í
bókini. Hví fær Suffía postin hjá Hildu? Hvør er Hilda? - og hvør er Suffía?
Fyri at loysa gáturnar brúkar
Suffía sín nýggja kunnleika til heimspeki, men svarið er nógv undranarverdari,
enn hon hevði hugsað sær.