Hann gloppar hurðina eitt vet, bert so mikið at hann sær inn á fótalagið á songini har yviri við vindeygað. Hann hoyrir okkurt skav har inni frá, eins og føtur, ið flyta seg runt á gólvinum. Er hon farin upp? Áðrenn hann fær hugsað meira, sær hann í bakið á einum manni, hann heldur onkrum í kneppinum og førkar seg runt, eins og dansar hann. Tá ið maðurin vendir sær á, kennir hann pápa sín aftur. Pápin hyggur niður í føvningin, sum á ein nýføðing, hann heldur inn at sær. Mamman er ballað í eitt teppi. Rani hugsar, at hon óivað næstan einki vigar longur. Hann stendur leingi og eygleiðir tey, sær tey hvørva inn í rúmið og sveima út ímóti vindeyganum aftur 'Í flóð av ljósi fari eg at dansa...'
Hetta er brot úr nýggjari føroyskari ungdómsbók, sum fer fram eitt vikuskifti í Havn. Júst hetta brotið er um ein drong, sum hevur stóra sorg av, at mamman liggur á sjúkrahúsi við krabbameini. Hann er ein av teimum tíggju ungu, sum verða lýst í bókini, hvør úr sínum sjónarhorni. Allir ummælarar hava higartil verið á einum máli um, at hetta er nýbrot í føroyskum ungdómsskaldskapi, bæði viðvíkjandi evni og lætta málinum, hon er skrivað við.