Í bókini skrivar høvundurin um síni barna- og ungdómsár í seksti- og sjeytiárunum, og hvussu rembingar uttan úr heimi ávirka alt tónleika- og mentanarlív í tí skjótt vaksandi fiskivinnubýnum. Við sínum nógvu sangum og skapanarhugi hevur Steintór laðað varðar á leiðini og skrivað eina persónliga lívsbók og samtíðarsøgu um og til fleiri ættarlið.