Útgávan er serliga ætlað ungum og teimum, sum ikki eru so væl kend við bíbilsku frásagnirnar, men øll kunna fáa gagn av at lesa hesa nýggu slóðbrótandi útgávu. Tað er Heri Tróndheim, sum hevur týtt “Den Nye Aftale” hjá danska bíbliufelagnum. Onnur hava lisið týðingina, fyri at tryggja trúskap ímóti grundmálinum og at málið er gott føroyskt gerandismál.