Tá ið Emil skuldi taka tonnina hjá Linu
(Book)
Astrid Lindgren, Anna Maria R. Jensen
Lina, sum er arbeiðsgenta á Kattholti, er so ring av tannapínu. Hon fær ikki verið til fyri tannapínu, og at enda koyrir hon eitt glóðheitt epli í munnin, men heldur ikki tað hjálpir. Alfred heldur, at hon skal fara til Palla–smið, smiðin, sum plagar at taka tenn við síni stóru, ræðuligu tong. Men hann tekur hálvtrýss oyru um tíman, og tað heldur Emil er í so nógv. Hann kann saktans taka tonnina bæði bíligari og skjótari. Og so fer hann til verka