Birde Poulsen hevur serligt eyga fyri dýrum og dugir avbera væl at fáa tey at liva á einari mynd Til tey smáu børnini kemur nú pappbókin Hygg eg. Hon hevur klaffar, og við at lyfta teimum á, sæst, at fílurin, sum er høvuðsdýrið í bókini, ikki altíð er so heppin, tá ið hann reypar. Foreldur kenna hetta væl aftur, tá ið barnið vil sleppa at vísa, hvussu væl tað dugir ella vil hava onkran at leggja til merkis, at tað er nakað heilt serligt. Birde Poulsen hevur fangað júst hetta í hesari fittu bókini til tey smæstu.