Lotta, Jónas og Mia búgva í einum gulum húsum í Brakarastræti. Tey hava tað so stuttligt. Sjálvt um Lotta er treisk sum ein gomul geit, sigur pápin. Og hon finnur uppá so nógv, sigur abbin. Vita tit hvat? Einaferð hongdi hon klattur á greinarnar á einum træi, har hingu tær og flákraðu í vindinum. Lotta beit í tær, tá hon varð svong. "Eg spæli, at eg eri smálamb, sum eti leyv í skóginum," segði Lotta. Ja, Lotta spælir altíð, og tað gera Jóans og Mia eisini.