Myndabók um tær báðar lundapisurnar Ludda og Lundisu, sum ein dagin stinga høvdini úr holuni og síggja, hvussu heimurin letur seg upp fyri teimum. Tær síggja litirnar í náttúruni rundan um seg, øll dýrini, og so varnast tær at enda, at tær duga at flúgva.