900 dagar í Singapore
(Bók)
Jústinus Leivsson Eidesgaard
Hvat er tað sum ger hetta land, sum í vævi er minni enn Føroyar og í fólkatalið 100 ferðir Føroyar so áhugavert. Landið er í dag fjórríkasta land í heiminum roknað pr. íbúgva og er lopið úr triðja heiminum og inn í fyrsta eftir einum ættarliði. Kann hetta landið gerast ein fyrimynd hjá Føroyum í framtíðini? Svarið kann lesarin finna í bókini.
Í árunum 1996-99 var høvundurin saman við konuni Poulu savningardepilin hjá føroyingum, sum komu til Singapore. Vit kendu okkum sum føroyskar sendiharrar úti í heimi, og høvundurin slepti ikki journalistikkinu, um hann nú var vorðin kirkjutænari og settur til manngott arbeiði. Hann greiddi føroyingum frá hesum fremmanda staði gjøgnum útisetabrøv, sum vóru send í útvarpinum hesi ár.
“900 dagar í Singapore” byggir á upplivingar høvundans. Bókin greiðir í brotum frá lívinum í Singapore i nútíðini og fer eisini í søguna í kutum, fyri at lýsa hvørjum beinum hetta lítla og framfýsna samfelag stendur á. Singapore hevur havt somu søgu sum Føroyar sum hjáland. Upplivdi tó tað øvugta av Føroyum. Í 1965 varð landið tveitt út úr móðirlandinum Malaysia, tí teir mongu kinesararnir í Singapore vóru ein politisk hóttan upprunafólkinum í Malaysia.
Leitanin aftur í tíðina førdi høvundan á eina spennandi slóð við koloniveldi, kommunistaræðslu og søguligum hendingum, sum eru rættiliga ókendar á okkara leiðum.
Í bókini eru 70 litmyndir, sum lýsa høvundans leiklut og góðar 30 svarthvítar myndir sum lýsa leiklut søgunnar.