Eitt lík verður funnið í eini kjallaraíbúð í Norðmýrini. Líkið av einum eldri manni, einum helviti av einum ódjóri. Onkur hevur skilliga beint fyri honum. Erlendur yvirløgreglumaður hjá rann sóknarløgregluni í Reykjavík og samstarvsfelagar hansara fáa málið í hendur. Skjótt kemur undan kavi at hin myrdi hevur lagt eina slóð av neyðtøkum og yvirgangi eftir seg um alt Ísland. Men offrini hjá honum eru kortini fleiri enn bert tær neyðtiknu kvinn urnar. Avkomið undan beistinum og eftirkomarar teirra fáa eina syndarliga lagnu. Mýrin er ein sjáldsama væl spunnin krimisøga, fjøltáttað og spenn andi, skrivað við sálarfrøðiligum gløggskygni og neyvum ansi fyri samfelagsviðurskiftum.