Stóra føroyska skaldið Tóki Narvason verður funnin innideyður í Keypmannahavn, og stutt aftaná verður ein føroysk mentakona funnin deyð í Havn. Hvør er orsøkin til deyðsføllini og er samband millum tey?
Horvna rósan er ein krimisøga um glataðan kærleika og persónliga forfylging í einum frændaveldi, har har valafólk innan list og mentan prísa og fella dóm yvir tíðarinnar stóru skaparar og taparar.