Játtanir Augustinusar
(Bók)
Aurelius Augustinus
Henda útgávan, sum er tað fyrsta eftir Augustinusi, sum er givið út á føroyskum, hevur »Confessiones« í heilum líki, eisini tær tríggjar seinastu heimspekiligu bøkurnar um tíðina og skapanarsøguna, sum sjáldan verða tiknar við. Her kemur týðiliga til sjóndar, hvussu djúphugsin og fjøltáttaður, Augutinus er.
Tá hann í prædikum førir fram eitt sjónarmið, sum hann eisini hevur í Játtanum, ger hann tað á hvør sín hátt. Í prædikuni útlegði hann skriftina seigliga og nágreiniliga, nýtti nógvar endurtøkur, myndamál og orðaspøl til tess at gera tað lættari at fata. Øðrvísi er í Játtanum. Her tekur hann tað sum givið, at lesarin er á sama mentanarstigi sum hann sjálvur og er førur fyri at fylgja honum frá Skriftini til heimspekiligar greiningar til hægri klassiskan retorikk, enntá í sama setningi.
– Augustinus skrivaði eitt óvanliga ríkt og skiftandi mál. Hann dugir til fulnar at nýta latínska retorikkin, t.d. orðaspøl, tvørsagnir, tilsipingar, retoriskar spurningar, mótsetningar, javnskipan og tvítýdningar av orðum.