Tekn til børn
(Bók)
-
Síður:
163
-
Ár:
2001
-
Kápa:
Innbundin
-
ISBN:
9991802592
-
Útgevarar:
BFL
-
Bókabólkur/ar:
Orðabøkur
-
Vøruslag:
Bók
-
Mál:
Føroyskt
Tekn til børn er ætlað børnum, foreldrum og pedagogum og øllum teimum, sum tørvar eina bók við grundstøði í teknmáli, tá ið tey skulu hava samskifti við fólk, ið eru tunghoyrd ella deyv. Men bókina kunnu eisini tey nýta, sum hvønn dag arbeiða saman við fólki, ið onkursvegna skulu brúka tekn.
Ígjøgnum sjónina fær deyva barnið sína málsligu vitan og sínar upplivingar, sum gera, at barnið mennist og skilir umheimin.
Tí er tað neyðugt, at foreldur og onnur, ið eru um børn, sum eru tunghoyrd ella deyv, nýta teknmál í dagliga samskiftinum við barnið.