Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur nýggja økta
útgávu av Barnasálmabókini út. Í bókini er eitt úrval av
upprunaføroyskum og týddum sálmum við vøkrum
myndprýðingum.
Ætlanin við bókini er, at børn skulu fáa gleði av
sálmunum, og at teir kunnu gerast ein felags
mentanararvur hjá komandi ættarliðum. Børnum
dámar væl at syngja, og við bókini verður lagt upp til,
at tey skulu sleppa at syngja við!
Myndprýðingarnar, sum danska Dina Gellert hevur
gjørt, gera tað lættari og stuttligari hjá børnum at
fylgja við í tekstunum, eisini hjá teimum børnum, sum
enn ikki duga at lesa.
Teir 66 sálmarnir eru valdir í tøttum samstarvi við
gudfrøðingar og fólk annars, sum hava áhuga fyri
sálmaskaldskapi. Í hesari nýggju útgávuni hevur
Bókadeildin fingið hjálp frá Jónsveini Bech, Theodor Olsen og Ingu Poulsen Dam.
Bókadeildin hevur lagt stóran dent á, at flestu sálmar, sum verða sungnir høgtíðsdagar og til annað
høvi eru við í bókini. Syngjast kann úr bókini bæði í kirkju, skúla og heima við hús.
Bókin kom fyrstu ferð í 2011, og er síðani uppafturprentað fýra ferðir. Hetta er fyrsta økta útgávan,
og hon inniheldur seks nýggjar sálmar.
Sálmarnir, sum eru lagdir afturat:
Sov blítt og søtt
Eg gleðist so hvørt jólakvøld
Í krubbu barnið Jesus lá
Nú anga grøs og blómur milt
Fram vit bera teg í dag
Fylt av gleðini um lívsins undur.
Við vón um nógvar góðar sangløtur í heimi, í skúla og í kirkju!