Tám gongur í 9. flokk og spælir í einum tónleikabólki við vinfólki. Familja hennara gongur á møti, og tað ger Tám eisini. Abbi hennara er prædikumaður. Tey hava tað gott saman. Tám trívist væl bæði saman við vinum og familju! Ella ger hon tað? Tað vísir seg, at Tám hevur eitt loyndarmál, ið, tá ið tað verður avdúkað, broytir bæði vinaskara og familju. Tað er hart, men nívir ikki sálina so ógvusliga sum samband hennara við Guð. ---- At vera tannáringur merkir, at broytingar fara fram. Brúgvin frá barni til vaksin verður bygd hesi árini. Soleiðis er eisini hjá Tám. Hon verður varug við, at brúgv hennara er ein, ið ikki øll kunnu ella vilja ganga á. Skal hon laga brúnna eftir øðrum? Ella skal hon halda fast við sína egnu?