Sjáldsamt er at síggja føroyskar upprunaleikir á palli. Eitt sindur løgið, tí fyrstu prosaverk, ið skrivað vórðu á føroyskum, vóru júst sjónleikir, og fáur man duga at ímynda sær, hvør stórhending tað hevur verið ar hoyra føroyskt mál av palli - fyrstu ferð í 1889. Tá høvdu havnarfólk heilt frá døgum Svabos - tað er frá seinnu helvt av 18. øld - leikt um 40 leikir í høvuðsstaðnum - á donskum.