Bókin snyr seg um Óla Hammer, sum stovnaði felagið Smyril-Line. Hann var eisini við til at byggja nýggju 'Norrønu', ið røkir siglingina millum Føroyar og nærmastu grannalondini, aftaná Tjaldrið hjá Skipafelagnum gavst at sigla millum lond seinast í 1960unum.
Bókin tekur saman um tíðarskeiðið frá 1975 til 2005, tá Óli Hammer gavst sum stjóri í Smyril-Line.