Sølvi er ein stúrin ungur drongur úr Reykjavík, ið er sendur út á bygd til ommuna, sum hann næstan ikki kennir. So hví verður hann noyddur út á bygd? Tann almenna frágreiðingin er, at foreldrini mugu fáa skil á fíggjarviðurskiftunum–pápin ætlar sær til skips og mamman til Noregs. Men Sølvi hevur eisini ymiskt at dragast við, og nú má tað fáast í rættlag við at lata hann strevast á garðinum hjá ommuni. Uttan telefon og atgongd til internetið!