Føroya Handilsskúli er formliga niðurlagdur sum stovnur. Skúlin var sera framsøkin, tók við læru av øðrum, tá ið tað varð hildið hóskiligt, men fann sínar egnu loysnir, tá ið tað varð hildið at vera neyðugt. Altjóða samstarv var týðandi partur av virksemi skúlans, og nýmenning var natúrligur partur av frálæruni meiri enn ein mansaldur, og eisini áðrenn orðið var til á føroyskum.Eitt grundsjónarmið skúlans var, at handilsskapur og búskapur mugu skiljast í mun til samfelagsheildina.
Ritstjóri: Tórður Johannesarson