Ein lítil gul baðidunna krógvar seg ymsastaðni inni á vesinum. Barnið leitar og leitar ímillum klæðini, á hillini og í skúminum í baðikarinum. Tey smáu fara at hava nógvan stuttleika av at leita eftir lítlu dunnuni í bókini. Her er ein rúgva av myndum at tosa um eisini.