Kom við Haru-Peri bakarameistara og bakaradronginum og lær teg at baka. Í bókini finnur tú millum annað hunangskøkurnar hjá Bjarnamammu, fyltu hornini hjá Hjalsmúsini, føðingardagskøkuna hjá Bamsapápa, grønmetistertuna hjá Elsdýrinum og sjálvandi bæði vanligar og dupultpipraðar piparkøkur. Haru-Per bakarameistari lærir bakaradrongin og tykkum nýggju bakarar um køksreglur og gevur okkum nógv góð hugskot um bakstur. Ein flott bakibók til alla familjuna við nógvum hugskotum.