Sverri kongur hevur mest sum fingið valdið í Noregi, tá ið
stríð brestur á ímillum hann og norsku kirkjuna, sum fær sjálvt pávaveldið upp
í stríðið. Kirkjan lýsir Sverra í bann, og seinni lesur pávin í Rómaborg stóra
interdiktið yvir Sverra kong. Alt kirkjuligt virksemi verður lagt lamið, og
prestastættin verður biðin um at fara av landinum. Kirkjurnar eru ikki hús
Guds longur. Ert tú ikki við í stríðnum ímóti Sverra kongi, ert tú glataður í
helviti. Baglararnir manna sær sterkan her, og so er borgarastríð bæði á
andaliga og tímiliga hermótinum. Eitt ræðuligt stríð, sum Sverri kongur ikki
tapir.
Tá ið Eyðun er liðugur at siga Kristini moy, dóttur Sverra
kong, søguna um faðir hennara, takkar hon Eyðuni:
„ … tú, harra Eyðun, hevur við nógvum og føgrum orðum leitt
meg eftir gøtunum, har faðir mín, kongur, gekk. Har sá eg blómur og blóð. Eg
eri tær ómetaliga takksom fyri tína vøkru søgu um Noregs kong, tann grima, sum
veitti grið.“
Sverri kongur 3 - Kongur og trælur er triðja og seinasta bind um Sverra kong.