Við virðing og eymleika lýsir hann bygdamenn og skipsfelagar og skrivar livandi um lívið um borð á bæði danguni, útróðrarbátinum og trolaranum. Fyri lesara, ið ikki hevur upplivað slupplívið og bara hoyrt um línu- og snørisfiskiskapin undir Grønlandi og sildafiskiskapin við gørnum undir Føroyum, er hetta stak áhugaverdur lesnaður. Eisini lýsingin av útróðri í Íslandi og trolaralívið har, sum mangir føroyingar upplivdu í fimtiárunum.
Hann fer so til Danmarkar at lesa til lærara, og bókin endar, tá ið hann við konu og nýføðingi vendir aftur Føroya at starvast sum lærari.