Bókin um dust er eitt tríverk, sum er um tíðina áðrenn og eftir hendingarnar í tríverkinum Myrkursins frumevni, sum kom út á føroyskum 2004-05. Í tí fyrsta bindinum La Belle Sauvage er tíðin sett 10 ár undan hendingunum í Myrkursins frumevni. Henda onnur bókin í nýggju røðini útbyggir og breiðkar episku parallellverðina hjá Philip Pullman. Tað er eitt máttmikið ævintýr um, hvat tað vil siga at kenna teg sjálva/n, at vaksa upp og fáa skil á heiminum rundan um teg.