Pól, hin kuli giraffurin er onnur bókin hjá Bárði Oskarsson, sum hann hevur skrivað og myndprýtt. Hin fyrra: Ein hundur, ein ketta og ein mús gav honum Barnabókavirðisløn Útnorðurráðsins og er týdd til franskt og kemur eisini út á íslendskum um stutta tíð. Pól er, sum hann er. Eingin skal siga honum, hvat hann eigur at gera. Hann ger, sum hann sjálvur vil, millum annað etur hann tann mat, honum lystir og ikki bara bløð, sum allir hinir giraffarnir plaga at gera. Men tað hevur eisini við sær, at hinir giraffarnir halda hann vera løgnan. Og hevur tú hug at gera tær ein giraff, so er tekning á aftasta blað, har tú sært, hvussu tú smíðar tær ein giraff sum Pól. Góða eydnu við giraffinum!