Tá ið tú ikki sleppur at fáa ein hund, so kanst tú bara vera ein sjálvur ... Nýggja myndabókin hjá Kim Fups Aakeson er Vitello ynskir sær ein hund. Niels Bo Bojesen hevur myndprýtt. Nú eru fýra bøkur um Vitello at fáa á føroyskum. Sjúrður Gullbein hevur týtt. Vitello er ein stuttligur drongur, eitt sindur kúllasligur, hann finnur upp á mangt og hvat, sum mamman ikki altíð er so glað um. Men hon elskar Vitello, og hóast hann ikki altíð fær sín vilja, so fyrigevur mamman honum altíð, tá hann hevur gjørt okkurt, sum ikki altíð er so heppið.