Bókin er í tveimum táttum, sum ganga lið um lið gjøgnum alla bókina. Annar er ævisøga hansara, fyrst og fremst bygd á tær samrøðurnar, hann hevði við Jógvan Arge í útvarpinum fyri nøkrum árum síðan, pyntaðar og kryddaðar við myndum og tekningum, sum lýsa søgurnar, støðini og fólkini, ið verða umrødd. Palli er tikin úr leiki sum frásøgumaður, minnið er gott og upplivingarnar nógvar.Hin er eru tær bestu av teimum nógvu byggiverkætlanum og bókaútgávunum, hann hevur verið partur av.