Akkordeonið hevur verið mín fylgisneyti, líka síðan eg fór í skúla.
Tað var omma mín, sum segði: „Tú skalt læra teg at spæla eitt ljóðføri! Hví ikki akkordeon?“
Eftir akkordeonskúla í Eckernförde í Týsklandi fór eg á Det Jyske Musikkonservatorium í Aarhus, har eg tók útbúgving sum tónleikari, lærari og solistur. Tú kanst hava gleði av tónleiki alt lívið, og tað gleðir meg at síggja tónleikin glógva í eygunum á mínum næmingum.