Á ferð inn í eina óendaliga skaldsøgu er mest umfatandi skaldsøguverkið á føroyskum. Skaldsøgan er í sjey pørtum, men hvør parturin kann lesast sum ein skaldsøga fyri seg. Skaldsøgurøðin sigur frá uppvøkstrinum hjá smádreinginum Hugini fyrst í 1930 árunum og heilt fram til endan av 20. øld. Ummælari hevur skrivað, at um øll skjøl fóru fyri skeyti, ið greiddu frá hesum tíðarskeiði í Føroyum, men bara hetta skaldaverkið stóð eftir, so vistu vit kortini fyri alla tíð, hvussu tað var at liva og vera til hesi árini í hesum landi.