í svørtu lummabókini hevur hann fyrst skrivað: Eg havi verið í tær- Nú ert tú í mær. Aftaná hevur hann skrivað: Eg havi verið í tær tvær ferðir. Hjartans Frygd sigur okkum av nýggjum gomlu søguna um hin fyrsta kærleikan. Tú verður hugtikin og lurtar, sum var tað fyrstu ferð - og tú smílist og kennir alt aftur, bæði ovfarakæti og svartasta vónloysi.
Við speisemi, innliving og málsligum ljóma verður hin gamla søgan um tann fyrsta kærleikan søgd av nýggjum. Jákup í Skemmuni týddi