Veingjaða myrkrið
(Bók)
William Heinesen
Edward Fuglø teknaði myndirnar, ogGunnar Hoydal týddi úr donskum
Bókin sýr seg um gentuna Antoniu, sum saman við lítlabeiggja, verður send ørindi til húsini hjá einum manni, ið býr uppi í haganum. Antonia er viðkvom genta, og tað skal ikki nógv til, fyrr enn hon ímyndar sær myrkrið fongt við løgnum og óunniligum verum úr hennara egna hugaheimi. Men myrkrið má dvína ljósinum, fyrst, tá ið tey koma til húsini uppi í haganum, og so at enda, tá ið tey hitta ein vaksnan mann. Edward Fuglø setti sær fyri at myndprýða eina stuttsøgu hjá Williami Heinesen. Søgan, hann valdi, er avgjørt ikki tann lættasta at fara í holt við, tí mest sum øll søgugongdin er í myrkrið.