Tað er ikki lætt at vera høvuðspersónurin, Uffi. Stóribeiggin fer illa við honum, og í skúlanum er hann als ongin hetja. Tá er Percy annar drongur, men hann eigur eisini einar serligar skógvar. Teir eru gandaðir. Tá ið hann er í teimum, kann hann gera, hvat tað skal vera. Ganga á bumminum ella renna út fyri bilar. Ella geva Uffa ein frammaná, so hann sær bæði sól og mánar. Hevði Uffi bara átt hasar skógvarnar hjá Percy, so hevði hann verið líka sterkur og djarvur sum hann! So Uffi savnar saman ymiskt hjá sær sjálvum og øðrum og skiftir um við Percy fyri gandaskógvarnar. Og hann verður av sonnum sterkur og djarvur - ja, hann kenst ikki aftur!