Høgni Hoydal hevur skrivað eitt ótal av politiskum greinum og hevur verið ein sera nógv eftirspurdur røðari til fundir, stevnur og onnur tiltøk. "Frælsi er ábyrgd" er eitt úrval av hesum tilfari. Tað snýr seg bæði um politisk, búskaparlig, sosial og mentanarlig viðurskifti. Høvuðsboðskapurin hjá Høgna Hoydal er væl kendur: Føroyska tjóðin eigur at taka við teirri fullu ábyrgdini av sínum landi. Savnið er áhugaverdur lesnaður hjá øllum, sum hava áhuga fyri føroyska samfelagnum - sama um tey taka undir við hesum sjónarmiði ella ikki.