Fráflyting og búskaparkreppa
(Bók)
Erik Arge
Arbeiðsloysið hevði álvarsligar búskaparligar og sosialar avleiðingar undir kreppuni í 1990-árunum.
Nógv máttu fara frá húsi og heimi og leita sær eftir arbeiði uttanlands. Tey flestu fluttu til Danmarkar. Høvundurin lýsir m.a., hvørjar aldurs- og yrkisbólkar kreppan rakti serliga meint, og hvørjar bygdir kendu mesta sviðan. Hvussu nógv av teimum, sum rýmdu úr Føroyum, fluttu undan arbeiðsloysinum? Hvat eyðkennir tað føroyska búsetingarmynstrið í Danmark? Hvussu ávirka eitt nú útbúgving og vinnuroyndir valið av bústaðarøki? Og hvørja støðu hava útisetarnir til møguliga at koma heim aftur til Føroya?