Tilburðirnir sum fara fram í hesi skaldsøguni fara fra í tíð, sum liggur frammanundan trúðbótini, og dámurin frá ógvusligum føroyskum sagnum er yvur henni. Hagamørk verða ásett og flutt við glímig partanna millum. Knívurin er eisini á lofti í hesum bardaga, helst í loyndum. Havrekar koma úr Noregi til Føroya og verða verðandi her. Bóndir, fullir av ognargirnd standa fyri teimum, og girndin gevur hvørki eftir fyri drápi ella skálkagerðum. Giftarmálsavtalur verða gjørdar fyri at halda ognirnar saman, stríð tekur seg upp millum gott og ónt. Ógvusligir tilburðir og dráp standast av.