Lítli bróðir Norðanvindur
(Bók)
Rolf Krenzer
Sera fitt og vøkur myndabók um indiánagentuna, Bjørtu Sól, sum finnur eitt lítið fyl, sum hevur meiðslað seg í beinið millum ólátað ungross. Bjarta Sól røktar fylið við størsta kærleika, til tað verður frískt aftur. Hon gevur tí eitt mjúkt ból at liggja á og kalt vatn at drekka, og hon gevur fylinum navnið Lítli Bróðir Norðanvindur.