Gomul børn, nýggj børn
(Bók)
Julie Park, Margaret Histed
Myndabók, har myndirnar eru partvís sum í teknisøgum, har stuttligar viðmerkingar vera gjørdar í talubløðrum.Bókin er um 4 ára gamla Jógvan. Vinkonan hjá mammu hansara hevur fingið eitt lítið barn, og Jógvan skilir ikki, hvat hon hevur gjørt við Lauru - barnið, sum hon átti áðrenn. Hevur hon gjørt sum pápin, tá ið hann keypti sær nýggja súkklu og seldi ta gomlu? Jógvan er ørkymlaður og bangin um hetta, men so fara mamma hansara og hann at vitja Lauru og tey, og nú fær hann skil á øllum.