Kabálgátan
(Bók)
Jostein Gaarder
Vit fara vit við faðiri og soni á ferð gjøgnum Evropa, har teir leita eftir konu og mammu. Men í søguni eru nógvar aðrar søgur.
Hvussu tengjast allar søgurnar saman? Hvør var tann løgni dvørgurin á bensinstøðini? Hvønn loynidóm hava bakararnir í Dorf borið við sær? Hví noyðist Hans Tummas at leita heilt aftur til eitt skipbrot í 1790, áðrenn hann fær at vita, hví mamma hansara fór til Athen? Rithøvundurin knýtir hugflog og veruleika, ævintýr og ættarsøgu saman á hugtakandi hátt. Við hita og innliti lýsir hann sambandið millum faðir og son í bardaga teirra at finna samleika og tilknýti. Laura Joensen týddi.