Tsatsiki og mamman
(Bók)
Moni Nilsson-Brännström
Tsatsiki hevur ongarntið hitt pápa sín, ið fiskar høgguslokk niðri í Grikkalandi. Men tað ger minni, tí hann hevur mammuna. Tá ið Tsatsiki fer í skúla, gerast hann og Per Hammar bestu vinir í verðini. Og næstan samstundis verður hann góður við Monu Grynwall. Hvørja ferð hon hyggur at honum, fær hann fepur í búkin. Men hvussu við Mortan Pissurottu? Eingin er størri og vandamiklari enn hann!
Ein søga bæði til gamans og álvara um Tsatsaki og óvanligu mammu hansara.