Malju dámar at koyra er triðja bókin um heimsgitnu músina Maisy, sum á føroyskum eitur Malja. Áður eru komin stór klaffabók: Fyrsta klaffabókin hjá Malju og lítil sniðskorin bók: Malju dámar at spæla. Í hesari bókini, sum eisini er sniðskorin, ferðast Malja í ymiskum bilum og flogførum.