Tsatsiki og pápin
(Bók)
Moni Nilsson-Brännström
Tsatsiki og pápin er onnur bókin um Tsatsiki, sum er øgiliga spentur at hitta pápa sín, høgguslokkafiskaran, sum býr í Grikkalandi. Og so gongur tað við rúkandi ferð, tí mamman og hann fara í summarfrí at vitja øll skyldfólkini. Har hittir Tsatsiki m.o. eitt systkinnabarn, sum er bæði djarvari og frekari enn nakar, hann hevur vitað um. Og so leggur hann til merkis, at gentur kunnu musast, so at tú kennir tað heilt niður í tærnar - og at tú ongantíð kanst líta fult á nakran… Bergur Rasmussen týddi úr svenskum.